At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill
Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Ferðin til Kongurvág er ein ferðmikil, ævintýrkend søga, sum Urd Johannesen hevur skrivað, og Silja Eystberg hevur myndprýtt. Bókaframløga verður 27. august kl. 19 í Reinsarínum í Havn. Øll eru vælkomin.

Til bókaframløguna fer Beinir Bergsson at práta við Urd og Silju um bókina, marrur og ævintýraheimar, at skriva og myndprýða til børn og at útgeva sína fyrstu bók. Kári Sverrison spælir nakrar sangir. Barrin verður opin, har til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka.

Um bókina:
Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann ígjøgnum myrka hellið, líka til hann dettur út av eggini …

Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, í ríkinum hjá eiturkoppunum, og saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana.

Bókin er 100 bls, og málbólkurin er børn 7-12 ár.

Urd Johannesen er rithøvundur og mentanarsamskipari. Hon hevur áður útgivið yrkingar, Ferðin til Kongurvág er hennara fyrsta barnabók.

Silja Eystberg er myndprýðari og listafólk. Hon hevur m.a. myndprýtt Fornt eftir Elina á Rógvi, sum var tilnevnd til barnabókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #