Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Politikkur

Hóast amerikanski forsetin, Donald Trump, fekk ein lúsing á miðvalinum fyrr í vikuni, so ætlar hann ikki at minka um sínar ætlarnir, í øllum førum ikki hvat Grønlandi viðvíkir.

Politiken hevur fingið hendur á skjølum sum vísa, at sendistovan, sum USA hevur latið upp í Nuuk, skal útbyggjast fyri millum 167 og 214 milliónir krónur og skal kunna rúma 17 starvsfólkum, sum er fýra ferðir so nógv sum í dag.

Serfrøðingar, sum miðilin hevur tosað við, siga at USA eftir øllum at døma ætlar at talan skal vera um eina "skuggaambassadu", og at hetta er nógv meira enn tað sum er vanligt í øðrum líknandi londum.

Í Grønlandi eru ikki øll fegin um avdúkingarnar. Aqqalukkuluk Fontain, sum skipaði fyri mótmælunum í Nuuk í mai, sigur, at tað ljóðar púra høpisleyst og hann væntar, at fleiri mótmæli fara at koma. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #