Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Politikkur

Ringasta marran hjá Ukraina og sanniliga eisini Europa tykist at blíva veruleiki, í øllum førum um USA fær sín vilja.

Uppskotið um frið, sum USA hevur lagt fyri Ukraina, gevur Russlandi stór ukrainsk landaøki, tað verður onki krav um endurgjald ella ákærur um krígsbrotsverk og Russland skal í heila tikið inn aftur í hitan og samstarva og -handla, ikki minst við USA. Tað verður ongin Nato limaskapur og onkir Nato hermenn í Ukraina at tryggja friðin, og ukrainski herurin skal minka nógv. Og Ukraina hevur eina lítla viku til at góðtaka alt. Annars fer USA at sløkkja fyri amerikansku vápnunum, sum Ukraina í dag brúkar í krígnum ímóti Russlandi.

- Hetta er at geva Russlandi løn fyri sínar aggressiónir, í øllum førum sæð úr einum ukrainskum sjónarhorni, sigur Steffen Gram, sum er aljóða korrespondentur hjá Danmarks Radio.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo