40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Filmsbrot

Sjálvur skrivar JensJáku soleiðis um túrin:

Filmarnir hava til endamáls at samlaða pengar til túrin hjá mær til Aconcagua 2024 og ADHD-felagið. ADHD-felagið tekur ímótið pengunum á konto 9181-5785172 Dáma og deil, so fáa vit mest burtur úr.

Hesaferð eri eg ikki einsamallur og eg eri vælkoyrandi. Á Facebook fái eg nógvar tumlar og viðmerkingar, ein sum er trúgvur at viðmerkja er Herluf Gudmundarson. Tá Herluf skrivaði at hann nokk ikki kom aftur uppá nakað fjall, bleiv eg syrgin. Endamálið hjá mær við at gera sendingar úr náttúruni er at vísa teimum sum ikki hava møguleika at ganga til fjals allan vakurleikan.

Eg havi royndir við koyring í fjøllunum og eftir sum eg havi atgongd til lendisfarið hjá Fjallabjargarunum, gjørdi eg av at bjóða Herluffi ein túr. Eg havi gjørt ein film frá túrinum. Tað er tað vanliga, søgur, staðarnøvn, men hesaferð er tað ikki bara meg tað handlar um, eg tosi við Herluf um hansara støðu og fái góð ráð frá honum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo