Hagstovan: Samlað varð útflutt fyri knappar 14,3 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá juli 2025 til juni 2026. Tað eru 1,4 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.
Fiskavøruútflutningurin er vaksin góðar 1,4 milliardir krónur, ella 11,8 prosent. Útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli er minkað.
Útflutningsvirðið á laksi vaks nærum 700 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 11,9 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks næstan 22 túsund tons, ella 22 prosent.
Útflutningsvirðið á toski er vaksið knappar 290 milliónir krónur, ella 22,9 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 3,4 prosentum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



