Setrið: Ikki er lætt at gera samandrátt av altjóða ráðstevnuni, IIFET2026, sum hesa vikuna á fyrsta sinni hevur verið í Føroyum við Fróðskaparsetri Føroya sum verti.
Skráin um búskap í ali- og fiskivinnu var bulmikil við 209 framløgum av 238 vísindaligum íkastum, ið eru skapt av 486 høvundum. Umleið 250 luttakarar hava verið við á ráðstevnuni, har eisini varð borðreitt við fyrilestrum og kjaki fyri almenninginum.
Ráðstevnan, sum hesa ferð hevur fingið stuðul frá Tórshavnar kommunu, grunni undir Norðurlendska Ráðharraráðnum og Betri-samtakinum, varð hildin undir yvirskriftini "Altjóða samrøða um burðardygga fiskivinnu og alivinnu".
IIFET-ráðstevnan hevur verið hildin annaðhvørt ár síðani 1982 við leiðandi serfrøðingum í fiski- og alivinnubúskapi, har mest átrokandi avbjóðingarnar og møguleikarnir í burðardyggari umsiting av havtilfeingi verða viðgjørdir og umrøddir. Og soleiðis var eisini hesa vikuna.
Til ber at lesa úrdrøgini úr mongu framløgunum HER.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



