Alzheimarfelagið hevur heitt á myndugleikarnar at dagføra lóggávuna, so trygdarskapandi vælferðartøkni kann nýtast í størri mun í eldrarøktini. Hettar kom fram í Dagur og Vika 20. februar. Hesa áheitan, eiga vit at taka í størsta álvara.
Í dag eru lógarforðingar í Føroyum, sum gera tað torført at taka slíka tøkni í brúk. Í nógvum førum skal søkjast um loyvi í hvørjum einstøkum føri, og loyvini verða givin fyri avmarkað tíðarskeið. Hetta ger skipanina umsitingarliga torføra – og tað tænir hvørki starvsfólkum, búfólkum ella avvarðandi.
Samstundis vita vit, at trygdarskapandi vælferðartøkni kann gera stóran mun.
Royndir frá ellisheimum í Danmark og Týsklandi vísa, at slík tøkni kann:
• geva náttarvaktum upp til 40% meira tíð til umsorgan og røkt
• geva dagvaktum 20–30% meira tíð
• minka sjúkrafráveru og stress hjá starvsfólki
• fyribyrgja at eitt nú búfólk detta, bróta bein ella fáa aðrar skaðar
• skapa størri tryggleika hjá avvarðandi
Við øðrum orðum: tøknin gevur starvsfólkunum meira tíð til menniskjaligar uppgávurnar – til røkt, samrøðu og umsorgan.
Men føroyska lóggávan er ikki fylgd við menningini.
Í dag verða nógv sløg av vælferðartøkni bólkað undir sama reglurverk, sum merkir, at søkjast skal um loyvi í hvørjum einstøkum føri – eisini tá talan er um trygdarskapandi tøkni.
Í Danmark er hetta longu broytt. Har er hugtakið “tryghedsskabende velfærdsteknologi” komið inn í lóggávuna, so ávís sløg av tøkni kunnu nýtast uttan at søkjast skal um loyvi hvørja ferð – sjálvandi undir greiðum treytum.
Tað hevði gjørt skipanina nógv smidligari og givið bæði starvsfólkum og búfólkum betri umstøður.
Vit standa framman fyri eini tíð, har vit til dømis fáa fleiri eldri borgarar, meðan talið á starvsfólkum fylgir ikki við. Tað er torført at manna øll størvini. Tí er neyðugt at brúka nýggja tøkni og harvið nýggjar arbeiðshættir.
Skulu vit tryggja eina góða og trygga røkt í Føroyum, inna eldrarøkt, demens, heimarøkt, brekøkið og so framvegis mugu vit eisini tryggja, at starvsfólkini hava tey bestu amboðini til arbeiðið.
Tí eigur føroyska lóggávan at dagførast, so trygdarskapandi vælferðartøkni kann nýtast í nógv størri mun.
Tað er gott fyri starvsfólkini.
Tað er gott fyri avvarðandi.
Tað er gott fyri tey, sum hava tørv á hjálp.
Og gott fyri samfelagið, sum kann liva upp til skyldurnar.
Ein jalig avleiðing er eisini, at hesi amboð kunnu verða ein av fleiri loysnum at bøta um fíggjarligu haldførisavbjóðingina.
X við A
X við FróðA Magnussen Valevni hjá Fólkaflokkinum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



