Týskvøldið kl. 19 verður valfundur um ferðavinnu á Fiskastykkinum í Sandavági. Allir flokkar møta við tveimum umboðum, har annað er frá ungmannafeløgunum. Tað er Sosialistisk Ung, sum skipa fyri.
Umboðini frá flokkunum fara at skifta orð um burðardyggu ferðavinnuna og harafturat samferðsluna (SSL, vegakervið og tað sum hoyrir til)
Tíð verður eisini sett av til at gestir kunnu sleppa at seta lokalu valevnunum spurningar.
Harafturat er fundurin eitt høvi hjá umboðunum hjá ymsu ungmannafeløgunum at royna seg. Ungmannafeløgini fara at viðgera útlendska arbeiðsmegi og integratión.
Møtið fjølment!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



