Tað er Tóri Højgaard, varaborgarstjóri, sum hevur meldað Jonhard Danielsen, sum annars er ein av høvuðspersónunum í málinum, har politiið hevur reist ákæru um valsvik. Tann ákæran er reist móti einum triðja persóni, tí hesin møguliga við valsviki hevur elvt til, at sami Jonhard Danielsen ikki varð valdur í býráðið í Runavík á seinasta kommunuvali.
Frihedsbrevet skrivar, at tað eru nøkur orð í eini talu hjá Jonhard Danielsen á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum herfyri, sum eru fallin Tóra Højgaard fyri bróstið. Jonhard Danielsen segði, at “Mann eigur at spreingja hesi fólkini í luftina, sum ikki taka og gera nakað við hetta fólkaræði”. Og sum skilst var samanhangurin støðan hann er í viðvíkjandi kommunuvalinum í Runavík.
Við Frihedsbrevet sigur Tóri Højgaard, at hóast politikarar eiga at tola nógv av, so má tað ongantíð blíva í lagi at tosa um, at aðrir politikarar eiga at verða sprongdir í luftina.
- Slíkur retorikkur eigur ikki at fara óátalaður afturvið borðinum, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



