(tilvildarlig mynd)
(tilvildarlig mynd)
Veðurstova Føroya tekur í egnan barm, eftir at stovnurin ikki sá nógva regnið í gjár koma og ávaraði um tað í góðari tíð.
Regnið elvdi til skaðar, og eisini kom grót á vegin sumstaðni av áarførinum.
- Tað kom ávart á, at tað fór at regna so illa, nøkur av okkara modellum eru í so grov og síggja ikki nóg væl óvissurnar, sigur deildarleiðarin á Veðurstovuni, Bárður A. Niclasen við KvF.
Hann heldur, at ein partur av orsøkin eisini er, at talan er um ein nýggjan stovn.
- Men hetta mugu vit stramma upp uppá, og finna útav, hvussu vit kunnu gera tað betri frameftir, sigur hann við KvF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



