Landsverk hevur høvuðsábyrgdina av tí føroyska vegakervinum. Tað er tó eyðsæð, at Landsverk ikki altíð hevur megnað at hildið veganetið nóg væl. Serliga sæst hetta aftur í útjaðaranum, har vegirnir ofta ikki verða røktir eftir tørvi.
Serliga eru tað landsvegir millum smærri bygdir, sum trongja til eina bøtandi hond. Eitt dømi er Elduvíkarvegurin. Tað er vorðið tiltikið at lova asfaltering av hesum vegastrekkinum.
Í dag fer vegskatturin, sum allir akfarseigarar gjalda, beinleiðis í stóra pott og kann tískil verða raðfestur, sum politikarum lystir. Hetta eigur at verða broytt, so at í hvussu er ein partur av vegskattinum fer beinleiðis til rakstur og viðlíkahald av føroysku vegunum – eins og tunnilsgjald fer beinleiðis til rakstur av tunnilunum.
Við einari slíkari skipan kundi føroyska vegakervið verið lagt í eina tryggari og meira samhaldsfasta legu, sum hevði gjørt, at vit fáa eitt nógv betur hildið og skipað undirstøðukervi í Føroyum. Tað hevði serliga gagnað smærri bygdunum, sum í dag kunnu tykjast sleptar upp á fjall orsakað av ringum vegasambandi. Um vit lova eitt samhaldsfast ferðasamband í Føroyum, má hesin parturin verða raðfestur. Hetta fari eg at arbeiða miðvíst fyri á løgtingi.
Góði veljari – vel ein Hermann.
X við B
Hermann R. Samuelsen
Valevni fyri Sambandsflokkurin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



