Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Vestmanna.fo: At hugsa grønt og endurnýta verður eisini ein partur av jólahugnanum í Vestmanna í ár. Stóra jólatræið, sum fer at prýða Torgið og bygdina um jólini, er úr viðarlundini í bygdini. 

Fyrstu trøini í viðarlundini vórðu sett niður av skúlanæmingum á vári í 1990. Síðan tá er viðarlundin vaksin nógv í vavi og í dag eru yvir 2.000 trø í hugnaligu viðarlundini.

Fríggjadagin vóru arbeiðsfólkini hjá kommununi og feldu eitt granntræ í viðarlundini og í dag varð træið sett upp á Torginum, klárt til at verða prýtt við lýsandi perum.

Jólatræið er 33 ára gamalt og er tað helst Finnbogi Joensen, stigtakari til viðarlundina, sum sjálvur hevur sett træið niður á sinni, tí einki nummarspjaldur var á.  Øll trø, sum næmingar hava plantað, eru skrásett við navni og nummari.

Jólatræið verður tendrað fríggjadagin 21. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo