Vesturkirkjan: Í annaðkvøld, leygarkvøldið, kl. 19.00 verður fyrilestur í Vesturkirkjuni um støðu teirra kristnu í Íran.
Fyrilestarhaldarin, Dariush Golbaghi, er irani, og arbeiðir hann fyri tey kristnu í landi sínum. Tað er stórur áhugi fyri kristnu trúnni í Íran á okkara døgum, og nógvir muslimar hava tikið við kristnari trúgv. Sambært heimasíðuni opendoors.fo kúga myndugleikarnir kristin hart og systematiskt. Teir síggja kirkjuna sum eina hóttan frá Vesturheiminum at undirgrava teirra islamiska stýri. Nógv hava vit á okkara leiðum hoyrt um almenn mótmæli frá kvinnum ímóti órættvísi og ynski sum frælsi.
Dariush Golbaghi arbeiðir millum kristin í Iran í dag, og kennir hann væl viðurskifti teirra. Leygarkvøldið verður høvi at seta honum spurningar.
Drekka verður eisini aftaná, har ein kann hitta Darish.
Open Doors skipar fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



