Skattaprosentið í Viðareiðis kommunu lækkar úr 20,25 í 20 næsta ár, og barnafrádrátturin hækkar við 500 krónum upp í 9.500 krónur. Tað hevur bygdarráðið endaliga samtykt.
Kommunan væntar 29,1 milliónir krónur í skattainntøkum. Rakstrarútreiðslurnar hækka 6,4 prosent og verða 17,2 milliónir krónur.
Væntaða rakstraravlopið á 11,9 milliónir krónur skal millum annað brúkast til at víðka kirkjugarðin, og byggibúgva og umvæla gamla skúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



