Løgið, at kropsligt dirvi er so vanligt, men at moralskt dirvi er so sjáldsamt
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

SF: Hans Edward Andreassen er kendur sum oddamaður í rockbólkinum The Dreams, sum var virkin í umleið 10 ár og gjørdi nógv um seg uttanlands.

Nú er Hans Edward til reiðar at fara á pallin við nýggjum bólki.

Á Summar Festivalinum spælir bólkurin Swardi á Vágsbø fríggjakvøld, og tað verður byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið.

– Eg havi spælt við bólkunum The Dreams og Glóð, og nú fara vit í gongd við nakað nýtt, og tað er sera spennandi, sigur Hans Edward Andreasen, sum er sangskrivari, sangari og tónleikari.

Swardi spælir nýggjar sangir og teir kendu hjá The Dreams og Glóð, og fyrsta framførslan verður á landsins størsta palli á Vágsbø. Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo