Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Filmsbrot

Tað ræður um at hava tunguna mitt í munninum tá teir sum sigla við Strandfaraskipum Landins til útoyggjarnar fáa vørur og eisini enntá bilar umborð og í land.

Her er tað Ritan sum siglir úr Hvannasundi til Svínoyar og Fugloyar sum hevur lagt at í Kirkju og skal fáa ein bil umborð. Og tá er hetta ein rímuliga góður dagur. Tað fær ein at hugsa, at arbeiðið krevur sín mann, og at umstøðurnar, útoyggjafólk búleikast undir, ikki altíð eru so tespiligar.

Tað er kanska eisini vert at hugsa um, at júst á henda hátt hendi tað tá bilar, ið skuldu í Sandoynna, skuldu til og úr oynni tey fyrstu árini hjá Rituni. Tveir bilar kundu vera í lastini og tveir á dekkinum. Um stutta tíð letur undirsjóvartunnil til Sandoynna upp.

Jógvan Páll Poulsen hevur tikið filmsbrotið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo