Mikudagin skrivaði eg eina grein við heitinum “Vinstra, høgra, vinstra, høgra, tað er skeiva lagið” (ymiskir miðlar 23. sept.) um hvussu vinstravíðgongd og høgravíðgongd eru við til at polarisera politiska landslagið við áhaldandi at orða alsamt víðgongdari (ekstremari) meiningar. Vinstravíðgond eru sum heild meiri aktivistisk, ímeðan høgravend sum heild eru meiri reaktioner, tó at fleiri undantøk eru.
Úrslitið av hesi polarisering er, at vit fáa ein politiskan “centrifugal-mátt”, ið trýstir fólk út á ytsta vinstra og ytsta høgra, við tíðini heilt út til ræðsluhugsjónir sum kommunismu og fascismu. Trýst elvir móttrýst, og jú meiri onnur síðan førkar seg út í tað ekstrema, tess meiri vil hin síðan førka seg hin vegin. Eftir stendur miðjan og eygleiðir eina alsamt meiri kaotiska politiska skipan og eitt dvínandi fólkaræði.
Seinni sama dagin sá eg ein víðgongdan kjakara skriva soleiðis á Facebook: “Nú harmast fólk um, at ikki øll treingja seg saman á miðjuni. Men á miðjuni er eingin meining. Miðjan er bara staðið mitt ímillum tey, sum enn hava eina.”
Við hesum sigur hann, at vit á miðjuni ikki hava nakra “meining”, at eingin “meining” er á miðjuni, ja í grundini at miðjan er meiningsleys. Eg vil mótmæla hesi fatan av at politikkur skal vera eitt áhaldandi eljustríð millum víðgongdar meiningar. Eg vil tala fyri meiri semjusøkjandi og uppbyggilgum kjaki. Hetta er bert møguligt, tá ið ósemjan er moderat, tvs. at tað ber til at byggja brúgv ímillum meiningarnar. Miðvinstra og miðhøgra kunnu sanniliga møtast á miðjum vegi, uttan at tað verður meiningsleyst. Tað er júst meiningin við fólkaræðinum at møtast á miðjuni.
Men við víðgongdum positiónum sum teimum, eg vísti á í undanfarnu grein, hvørvir alt grundarlag fyri semju, og miðjan hvørvir. Og hvørvir miðjan, hvørvir eisini fólkaræðið, tí innast inna ynskja tey víðgongdu ikki fólkaræði, men at gjøgnumtrumfa sínar egnu meiningar.
Víðgongdi vinstra- og høgravongurin styrkja hvønn annan sum í einum ekkokamari og umskapa politikk frá fólkaræðisligum felagsskapi til intolerantan fíggindaskap. Bæði vinstravíðgongd og høgravíðgongd eru eyðkend av intoleransu mótvegis sjónarmiðunum hjá øðrum. Tey hava eina sera dogmatiska heimsfatan, eru sannførd um moralska yvirlutan hjá sær sjálvum og hava eina fatan av, at teirra egnu mál eru størri enn fólkaræðið: “Målet helliger midlet”. Sostatt eru víðgongdar hugsjónir ofta anti-fólkaræðisligar.
Ein mynd av hesum er sonevnda “hestaskógv-modellið”, ið vísir at víðgongdir flokkar møtast á baksíðuni á hestaskónum, har teir koma at líkjast rættiliga nógv, tó at teir hava heilt ymiskan uppruna. “Vegurin til helvitis er steinsettur við góðum ætlanum”, sum tikið verður til. Besta dømið eru Stalin og Hitler, ið út frá kommunismu og nazismu skaptu tvey ræðsluregimi við sera líknandi eginleikum, tó at hugsjónirnar vóru diametralt ymiskar.
Nú á døgum síggja vit líknandi rák. Í Týsklandi vaksa vinstra- og høgravíðgongdir flokkar, ímeðan miðjuflokkarnir missa undirtøku. Í USA fáa víðgongdir politikarar størri vald bæði í Republikanska og Demokratiska flokkinum. Líknandi ger seg galdandi í nógvum europeiskum londum, í størri og minni mun.
Vit hava eina fólkaræðisliga skyldu til ikki at lata okkum tøla av víðgongdum hugsjónum, hvørki vinstravíðgongum ella høgravíðgongum hugsjónum. Væl ber til at hava meiningar á miðjuni, uttan at tað verður meiningsleyst. Fólkaræðisliga samtalan er sjálvur grundarsteinurin undir fólkaræðinum.
Sámal Matras Kristiansen
samfelagsfrøðingur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



