Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Dysturin í MeistaraDeildini hjá monnum millum Víking og HB er nú fluttur til mikudagin 1. apríl klokkan 19:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fyrr í vikuni vórðu fýra av fimm dystum í triðja umfari í MeistaraDeildini hjá monnum annaðhvørt framskundaðir ella útsettir orsaka av veðri.

Teirra millum var dysturin millum Víking og HB, sum bleiv útsettur til í annaðkvøld, mánakvøldið klokkan 18:30.

Men sambært forsøgnini verður veðrið í annaðkvøld lítið frægari, og tí er avgjørt at flyta dystin millum Víking og HB til mikudagin 1. apríl klokkan 19:00 í staðin.

Tað merkir samstundis, sum lutakastið til steypakappingina hjá kvinnum og monnum eisini verður útsett. Nær tað verður, verður kunnað um seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #