Húsarhald eiga at kunna framleiða meira sólorku til egna nýtslu og battarí, um góðkend stýring tryggjar, at ov nógvur streymur ikki verður latin út á elnetið.
Tað heldur Jan Hammer Egholm, stjóri í Vikmar, sum á heimasíðuni egholm.fo hevur lagt fram eina greining av sínum sólpanelum og karmunum um privata sólorku.
Hansara 41 sólpanel framleiddu 4.745 kilowatttímar frá juli til oktober í ár. Mátingarnar vísa, at framleiðslan fleiri ferðir rakti hámarkið hjá invertaranum, sum umsetur streymin frá panelunum. Hvussu nógv orka møguliga fór fyri skeytið, ber tó ikki til at staðfesta.
Jan Hammer Egholm vil hava SEV og Umhvørvisstovuna at greiða frá, hvørjar treytir galda fyri størri skipanir, har útflutningurin á netið verður avmarkaður til 11 kilowatt.
Sambært hansara frágreiðing um samskiftið við SEV hevur størri invertaraavrik við sær, at hansara skipan fer úr smáverksloysnini. Hann saknar eitt greitt svar um, hvussu størri framleiðsla, eginnýtsla og battarí kunnu sameinast.
Mátingarnar vísa eisini, at norðurvend sólpanel kunnu geva eitt munandi ískoyti um summarið. Í teimum máldu julidøgunum góvu norðursíðan og suðursíðan næstan líka nógva orku, tó at fleiri panel eru norðanfyri. Í oktober gav suðursíðan greitt meira.
Jan Hammer Egholm mælir harumframt til eina sjálvbodna royndarskipan við skiftandi streymprísum, so húsarhald fáa fyrimun av at løða elbil, hita vatn og løða battarí, tá grøn orka og pláss á netinum eru tøk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



