Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Onnur tíðindi

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil hava greiðari karmar um innkeyp hjá kommununum, men tekur ikki undir við at lóggeva um útboð. Hann leggur heldur upp til vegleiðing og ein innkeypspolitikk í hvørjari kommunu.

Hetta er svarið til Kappingareftirlitið, sum í apríl mælti til lógarfestar útboðsreglur. Ein spurnakanning vísti, at fleiri høvdu varhugan av, at persónlig sambond og staðseting kunnu ávirka kommunal innkeyp, og at útboðsgrundarlagið ikki er nóg gjøgnumskygt og javnbjóðis.

Í svarinum frá 3. november vísir landsstýrismaðurin á vandan fyri tungari fyrisiting og løgfrøðiligum byrðum. Hann leggur eisini dent á kommunala sjálvræðið.

Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovan ætla harumframt at bjóða kommununum ráðgeving og samstarv um innkeyp.

Kappingareftirlitið tekur undir við tilgongdini og metir, at hon kann bøta um gjøgnumskygnið og kappingina uttan somu fyrisitingarligu byrðu sum lógarfestar reglur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #