Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Politikkur

Tað er ikki óvanligt aðrastaðni, at útlendsk ferðafólk gjalda eitt gjald fyri hvørja nátt tey gista, eitt slag av avgjaldi, antin til býin ella landið, sum ofta fer til at halda tað við líka, sum útlendsku ferðafólkini slíta. Og tað er ein líknandi ætlan sum landsstýrið ætlar at vit skulu hava í Føroyum frá á nýggjárinum at rokna. 

Í álitinum hjá Vinnunevndini, nú ymsar broytingar skulu gerast í uppskotinum, sæst, at meirilutin, har umboðini hjá samgonguni og sambandsflokkinum eru, sum heild tekur undir við uppskotinum við onkrum smávegis broytingum. Eitt nú vil meirilutin, at onki hámark uppá 200 krónur, verður, ikki fyribils í hvussu so er.

Men minnilutin, umboðini hjá Fólkaflokkinum, vilja ikki vita av uppskotinum. Minnilutin heldur, at uppskotið verður ógjørligt at umsita, og er annars ímóti at seta enn eitt nýtt avgjald í gildi. 

- Ferðavinnan er vaksandi og er í ferð við at blíva enn eitt bein hjá føroyska búskapinum. At ovurskatta eina vinnu í uppbygging er alt annað enn mennandi fyri vinnuna. Minnilutin tekur als ikki undir við sovigjaldinum og tekur tí heldur ikki undir við uppskotinumum innkrevjing, eftirlit og revsing.

Les álitið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo