Um tú siktar høgt, so fert tú sjálvandi at raka hægri, enn um tú sigtar lágt
- Reiley, aka Rani Petersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú siktar høgt, so fert tú sjálvandi at raka hægri, enn um tú sigtar lágt
- Reiley, aka Rani Petersen
Politikkur

Privatfólk skulu kunna selja streym frá smáum sólorkuverkum uttan at gjalda skatt av inntøkuni. Tað ætlar Fíggjarmálaráðið við einum uppskoti til broyting í skattalógini, sum nú er sent til hoyringar.

Skattafrítøkan skal fevna um sólorkuverk við einum framleiðslumátti á í mesta lagi 11 kW, sum eru íbundin innanfyri elmálaran. Endamálið er at fáa fleiri húsarhald at seta sólorkuskipanir á tekjurnar.

Í einum rokni­dømi í uppskotinum kostar ein skipan umleið 150.000 krónur. Við skattafrítøku verður árligi ágóðin av streym­sølu og minni streymkeypi mettur til 16.250 krónur.

Sambært ráðnum kann íløgan tá vinna seg inn aftur eftir umleið níggju árum, samanborið við 14 ár, um skattur skal gjaldast av søluinntøkuni. Fíggjarkostnaður og viðlíkahald eru tó ikki tikin við í roknistykkið.

Ráðið metir, at skattafrítøkan sum frá líður kann hava eitt virði á upp í sjey milliónir krónur árliga. Í dag hevur TAKS sambært uppskotinum ongar skattainntøkur frá smáum sólorkuverkum hjá privatfólki.

Hoyringarfreistin er 4. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #