Fólkaflokkurin vil broyta avskrivingarlógina, so tað ber til at avskriva, sjálvt um talan ikki er um 10 íbúðir, sum er galdandi í dag.
Sum tað er í dag, ber ikki til at avskriva skattliga uttan at minst 10 leigubústaðir eru í bygninginum. Hetta vil Fólkaflokkurin broyta, so minsta markið ístaðin verður broytt til tríggjar íbúðir.
Í viðmerkingunum verður víst á, at bústaðartrotið í Føroyum er stórt, og tí má tað gerast lættari og smidligari at byggja leigubústaðir.
- Tað er ikki líka krevjandi fíggjarliga at gera 3 leigubústaðir, sum tað er at gera 10. Váðin er eisini minni, og tí letur hetta upp fyri, at tað verða alsamt fleiri, ið síggja seg før fyri at fara í holt við at byggja bústaðir. Tað er eisini gott fyri kappingina og tískil til fyrimunar fyri leigaran, tá samanum kemur. Eisini krevur tað minni lendi at byggja smærri eindir, og tað kann geva størri og fjølbroyttari møguleikar fyri bústaðarbygging, verður sagt í viðmerkingunum.
Uppskotið er beint í Fíggjarnevndina, hagani tað væntast 7. desembur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



