Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hann var annarleiðis og mælti sakkunnleikin foreldrunum til, at senda hann á stovn í Danmark.

Tað var tað besta fyri dreingin, varð sagt.

Foreldrini fylgdu ráðum sakkunnnleikans, tí hvørji eru tey foreldur, ið ikki ynskja børnum sínum tað besta?

Hann fór á Rødbygaard.

Havi mangan við bivan hugsað um tað kvøl, ið honum og foreldrum hansara hava verið fyri.

Hugsa sær til, at tey eymu bond millum smádrongin og foreldrini – mammuna serliga – vórðu kvett.

Varð ryktur úr heimligum umhvørvi - fór til fremmant umhvørvi, har har hann enntá ikki skilti, tað ið talað varð.

Rennur mær til hugs fólkið í útlegg, sum við áirnar í Bábel sótu og grótu, tá tey mintust heimlandið.

Hesin málningur Sigrunnar - Sigrun Gunnarsdóttir - lýsir so sera væl tað kvøl hesum smádreingi var fyri – og havi eg loyvt mær at gera nakrar hugleiðingar um málningin:

Smádrongurin er á veg til Danmarkar.

Í andlitsbragdinum er eingin gleði at hóma.

Hjartans kvøl kemur til sjóndar.

Um hálsin er eitt spjaldur (Vilmund) og á kuffertinum er merkisseðil (Rødbygaard).

Tað gula húsið við tí grøna takinum er heimið í Sørvági, hann var skryktur úr.

Tað stóð miðskeiðis í bygdini, men er her flutt út á tromina.

Tey – foreldrini – fylgdu honum so langt tey kundu – út á eggina, tey megnaðu ikki at fylgja honum longri.

Dimm skýggj fyri framman – lítið veit hann , hvat honum bíðar.

Skýggini, tey dimmu, draga eisini saman um tað heimliga umhvørvið.

Ein svár tíð fyri framman.

Legg til merkis, at hann er ílatin føroysk klæði frá høvur til fót – enntá rotuskógvar á fótum – “forankraður” í føroyska jørðildinum ávegis til eitt stað, ið als ikki kennir til mál og mentan og á ongan hátt avmyndar tað føroyska landslagið.

Ein lítil glotti er tó at hóma.

Hóast hurðin er farin í lás stendur lykilin í – hann er ikki burturbeindur og á lynningina situr ein lítil spurvur, ið við síni vøkru rødd roynir at veita ugga.

Ein tala uttan orð:

“Vilmund, hárini á høvdi tínum er tald og tú ert meiri verdur enn mangir spurvar”.

Mundi hann hoyra røddina?

Tordur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo