Jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Stephen Leacock

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Stephen Leacock
Politikkur

Heilsu- og orkumálaráðið: Vísindasiðseminevndin er nú vald av nýggjum fyri komandi fýra árini. Á fyrsta fundinum heilsaði nevndin upp á Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum. 

"Vísindasiðseminevndin hevur eina týdningarmikla uppgávu í at tryggja álitið á heilsugransking í Føroyum. Tað er avgerandi, at gransking verður framd á einum tryggum og ábyrgdarfullum grundarlagi, har menniskjað altíð er í miðdeplinum.", sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna. 

Nýggja Vísindasiðseminevndin er mannað soleiðis: 

  • Eina Hansen Eliasen, sjúkrarøktarfrøðingur, cand.scient.san, ph.d., námslektari

  • Hilmar Augustinussen, limur í Sjúklingaráðnum og varalimur í Alzheimerfelagnum undir MEGD

  • Marjun A. Lómaklett, sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi og integratiónsprestur

  • Marner Fríðheim Kristiansen, lækni, ph.d. og høvuðsútbúgvingarlækni í arbeiðsmedicin

  • Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur, cand.scient.san, leiðari á Nánd

  • Sólja í Ólavstovu, løgfrøðingur, við drúgvum royndum úr føroysku og grønlendsku umsitingini

  • Torkil á Steig, yvirlækni, serlækni í nefrologi 

Nevndin hevur skipað seg við Marner Fríðheim Kristiansen sum forfólki og Poulu Reinert Petersen sum næstforfólki. 

Harumframt eru hesi vald sum varalimir: 

  • Anna Borg Dahl, løgfrøðingur

  • Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum, fyrrverandi formaður í Krabbameinsfelagnum

  • Niclas Eysturoy, yvirlækni, ph.d., serlækni í ortopedi

  • Tórunn Højgaard Ósá, sjúkrarøktarfrøðingur, námslektari í sjúkrarøktarfrøði og ph.d. 

Landsstýriskvinnan og Heilsu- og orkumálaráðið takka samstundis Gunnhild Helmsdal, Kára Purkhús og Jóhannu Petersen fyri teirra arbeiði í Vísindasiðseminevndini. Tey halda ikki fram í nevndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #