Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton
Politikkur

Vit mugu ikki gerast fremmand í egnum landi. Tí er neyðugt at vera varin, hvør fær loyvi at búseta seg her. Tað merkir at útlendingalógin eigur at verða dagførd, so hon betur svarar til tær avbjóðingar, vit síggja í Europa í dag. Avbjóðingin er kriminalitetur og uppihaldsskyldan. Hartil er tað týdningarmikið, at tey, sum velja at búseta seg her, vilja verða ein partur av føroyska samfelagnum og ogna sær okkara mentan, mál og virðir. Fleiri lond í heiminum velja longu í dag, hvør sleppur at flyta til landið.

Niðurstøðan byggir á hagtøl frá Danmarks Statistik, sum í nógv ár hevur gjørt nágreiniligar greiningar av integratiónini hjá tilflytarum í Danmark. Serliga hava greiningarnar hugt eftir fólki úr sonevndu MENAPT-londum – tað vil siga londum í Miðeystri og Norðurafrika umframt Afganistan, Pakistan og Turkaland.

Tølini vísa eitt rættiliga greitt eitt mynstur. Tilflytarar úr hesum londum eru lutfalsliga minni á arbeiðsmarknaðinum enn danir, og teir eru samstundis yvirumboðaðir, tá ið talan er um almennar veitingum. Serliga er tað kvinnurnar úr hesum londum, sum eru undirumboðarar á arbeiðsmarknaðinum.

Hagtølini, tá ið talan verður brotsgerðir, vísa eisini ein greiðan mun. Sambært Danmarks Statistik er kriminaliteturin hægri hjá monnum úr hesum londum enn hjá donskum monnum, og í summum førum, er munurin enn størri hjá øðrum ættarliði. Hetta bendir á, at integratiónin er minni í øðrum og triðja ættarliði. Eisini tá hædd verður tikin fyri, at lutfalsliga nógvir ungir menn eru í hesum bólki.

Tá arbeiðsluttøkan er lægri, og fleiri verða forsyrgd av tí almenna, hevur tað eisini búskaparligar avleiðingar. Tað merkir minni skattainntøkur og størri almennar útreiðslur. Samstundis veksur kriminaliteturin um útreiðslurnar til politi, rættarskipan og fongsul. Fyri ikki at tala um tær menniskjaligu avleiðingarnar av hesum kriminaliteti.

Í einum skattafíggjaðum vælferðarsamfelagi hevur hetta stóran týdning. Um ein stórur bólkur av borgarum hevur minni tilknýti til arbeiðsmarknaðin og samstundis er yvirumboðaður í kriminalitetsstatistikkinum, leggur tað eitt trýst á bæði búskap og samfelagssamanhang.

Samstundis er tað gagnligt fyri bæði samfelagið og tey, sum flyta higar, at fólk fáa møguleika at seta búgv í Føroyum. Føroyar hava eisini tørv á arbeiðsmegi og nýggjum borgarum. Men tað er týdningarmikið, at tey, sum velja at búseta seg her, vilja verða ein partur av føroyska samfelagnum og ogna sær okkara mentan, mál og virðir.

Tí er tað eisini rímiligt at spyrja, hvussu nógvum tilflytarum eitt lítið samfelag sum Føroyar kann taka ímóti, uttan at tað ávirkar samfelagsliga samanhangin.

Hetta merkir sjálvandi ikki, at øll fólk úr hesum londum eru eins. Men sum áður nevnt vísa hagtølini eitt mynstur, sum politikarar eiga at taka í álvara, tá teir gera útlendingapolitikk.

Tí er neyðugt at hava ein ábyrgdarfullan og realistiskan tilflytingarpolitikk. Tað merkir at vera varin í, hvør fær loyvi at búseta seg her, og at dagføra útlendingalógina, so hon tekur hædd fyri hesum avbjóðingum. Í stuttum neyðugt er at velja, hvør sleppur at seta búgv her – og hvør ikki.

Fleiri lond í heiminum velja longu í dag, hvør sleppur at flyta til landið. Kanada, Avstralia og Ný Sæland hava stigaskipanir, har umsøkjarar verða mettir eftir útbúgving, arbeiðsroyndum og málførleikum. Í fleiri londum verða eisini tikin hædd fyri, hvørjum landi fólk koma úr, og í summum førum eru kvotur ella avmarkingar fyri ávís lond. Í Singapore eru til dømis kvotur fyri útlendska arbeiðsmegi, og í Sveis og USA eru eisini skipanir við avmarkingum.

Felags fyri nógv av hesum londum er, at tey stýra innflytingini aktivt og velja nýggjar borgarar eftir førleikum, arbeiðsroyndum, máli og í summum førum eisini eftir upprunalandi. Endamálið er at tryggja eina skipaða innflyting, har nýggir borgarar kunnu gerast ein virkin partur av samfelagnum.

X av A

X við FróðA Magnussen valevni hjá Fólkaflokkinum.

Eftirskriv: Eitt væl longri lesarabræv við nærri hagtalsgreining varð sent miðlunum 21. februar 2026. Tað kann millum annað lesast her: www.vp.fo/news/er-sjurdur-skaale-a-skeivari-kos

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #