Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Vinna

Hagstova Føroya: Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

Í oktober vóru 30.096 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 206 starvsfólk, ella 0,7 prosent, fleiri enn oktober í fjør. 

Í oktober vóru góðir 15.400 menn og slakar 14.700 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru 109 fleiri menn og 97 fleiri kvinnur, sum bæði eru ein vøkstur á 0,7 prosent. 

Vøksturin er sum vera man størstur í Havn, men eisini í øðrum kommunum, eitt nú í Nes kommunu.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo