Ein maður sum sær heimin á sama hátt tá hann er 50 sum tá hann var 20 hevur burturspilt 30 ár av lívinum.
- Mohammad Ali

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein maður sum sær heimin á sama hátt tá hann er 50 sum tá hann var 20 hevur burturspilt 30 ár av lívinum.
- Mohammad Ali
Tónleikur

Armenski klaverleikarin Marianna Shirinyan og føroyska kvinnukórið Silvitni framføra á vælgerðarkonsert í Auluni í Finsen fríggjadagin 20. november klokkan 19.

Allur ágóðin fer til RESET-verkætlanina hjá hjálparfelagsskapinum Mission10forty, sum hjálpir børnum við sálarligum meinum eftir kríggj, flýggjan og miss.

Verkætlanin útbúgvir fakfólk at hjálpa børnunum. Arbeiðið fer longu fram í Armenia og Ukraina, og ein verkætlan verður fyrireikað í Irak.

Marianna Shirinyan er professari á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum og hevur spælt á fremstu konsertpallum í Evropa. Silvitni, undir leiðslu av Cinthiu González Parada, innleiðir konsertina við føroyskum og útlendskum sangum.

Kim Hartzner, dagligur leiðari í Mission10forty, greiðir frá hjálpararbeiðinum.

Jenis av Rana er vertur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #