Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen
Mítt tastatur

Ein arbeiðsgevari, sum rindar einum starvsfólki løn hvønn fríggjadag, skal eftir ætlan gjalda 52 ferðir um árið fyri at flyta lønina. Grannin, sum rindar mánaðarløn, sleppur við 12 ferðum. Báðir kunnu hava goldið júst somu ársløn. Hetta er tað sum landsstýrið ætlar at loyva bankunum við nýggja lønarflytingargjaldinum.

Fýra ella fimm krónur fyri hvørja lønarflyting ljóða kanska av lítlum. Men við umleið 700.000 vanligum lønarflytingum um árið verður rokningin til føroysku arbeiðsgevararnar um tríggjar milliónir krónur. Peningurin skal fara til at reka og menna lønarportalin hjá peningastovnunum. Tað er landið sum krevur, at arbeiðsgevarin brúkar henda portalin, sum hann altso nú eisini skal gjalda fyri at brúka.

Bankarnir hava sagt avtaluna um lønarportalin upp. Arbeiðsgevarin hevur onga avtalu at siga upp. Hann skal framvegis flyta lønina somu leið, og nú ætlar landsstýrið eisini at lata hann fáa rokningina.

Samstundis vil landsstýrið hækka skattin hjá bankunum. Tað er lætt at siga á tingi, hvør skal rinda meira í skatti. Tað er verri at tryggja sær, at rokningin endar á røttum staði. Við lønarportalinum sæst, hvussu lagaligt tað er at senda ein kostnað víðari til tann, sum ikki kann sleppa sær undan.

Og hugsið um raðfestingina. Í sama uppskoti finnur landsstýrið ráð til ein skattafrádrátt fyri fakfelagsgjald, sum verður mettur at kosta 30–40 milliónir krónur um árið. Men tær tríggjar milliónirnar til skipanina, sum landið sjálvt krevur, skulu fáast inn aftur fimm krónur í senn.

Hví biður landsstýrið ikki føroyskar KT-fyritøkur geva boð upp á eina einfalda skipan, sum flytur lønina og avgreiðir skatt og eftirløn, sum lógin krevur? So hevði Løgtingið í minsta lagi vitað, hvat henda uppgávan eigur at kosta, áðrenn tað sendir rokningina víðari.

Løgtingið eigur ikki at loyva bankunum at áleggja hetta lønarflytingargjaldið. Vil landið hava allar lønir fluttar um sama portal, eigur kostnaðurin at síggjast á fíggjarlógini.

Arbeiðsgevarin hevur longu goldið lønina.

Tað eigur at vera nóg mikið.

Tað meinar VP

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #