(tilgjørd mynd)
(tilgjørd mynd)
Økisnavn, sum umsitur føroysk økisnøvn við endingini .fo, hevur valt Hello Registry sum nýggja skrásetingarskipan. Yvir 10.000 økisnøvn eru skrásett undir .fo, og nú fara partarnir undir at fyrireika flytingina, verður sagt í tíðindaskrivi.
Kanadiska CIRA og niðurlendska SIDN hava ment skipanina í felag. Tey umsita ávikavist kanadisku endingina .ca og niðurlendsku endingina .nl. Við nýggju skipanini fær Økisnavn millum annað betri yvirlit yvir, hvussu føroysku økisnøvnini verða brúkt.
Guðrun Poulsen, stjóri í Økisnavni, sigur, at samstarvið eisini gevur føroyingum høvi at læra av teimum, sum umsita økisnøvn í øðrum londum.
Økisnavn fer framvegis at umsita .fo.
Tað er ikki heilt greitt, nær sjálv flytingin fer fram.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



