Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Vinna

Til samans 18.135 hotell eru nú við í rættarmálinum. Tað eru 68 prosent fleiri enn í juli, tá ið 10.783 hotell høvdu teknað seg, skrivar danski vinnufelagsskapurin HORESTA.

Málið snýr seg um prístreytir, sum Booking.com nýtti í tíðarskeiðinum 2004–2024. Treytirnar avmarkaðu møguleikarnar hjá hotellunum at bjóða lægri prísir um aðrar sølurásir, eisini á egnum heimasíðum.

Sambært Stichting Hotel Claims Alliance, sum stendur fyri málinum, kann samlaða endurgjaldskravið verða fleiri milliardir evrur umframt rentur.

Rættarmálið er reist móti Booking Holdings, móðurfelagnum hjá Booking.com, og verður viðgjørt í Amsterdam. Millum luttakararnar eru 184 donsk hotell.

Maria Olafsson, politiskur stjóri í HORESTA, sigur, at stóra undirtøkan vísir, at hotellini vilja hava javnbjóðis kappingartreytir og størri frælsi at reka sítt virksemi.

Evropeiski vinnufelagsskapurin HOTREC og fleiri enn 30 landsfeløg stuðla málinum. Fyrsti rættarfundurin væntast at verða í 2027. Enn er óvist, nær endalig avgerð fellur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #