Nýggjar metingar frá russiskum eksilmiðlum vísa, at russiska tapið í krígnum móti Ukraina er nógv størri enn áður hildið.
Metingarnar, sum russisku eksilmiðlarnir Meduza og Mediazona hava gjørt - við at brúka dátur frá tveimum pro-ukrainskum teldusníkabólkum - vísa, at yvir 700.000 russiskir hermenn eru dripnir í krígnum í Ukraina.
Meduza og Mediazona hava í fleiri ár skrásett russiskar hermenn, sum eru dripnir. Arbeiðið hevur áður í høvuðsheitum bygt á arvaavtalur og deyðslýsingar, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



