Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

18 ára gamli framherjin hjá NSÍ, Jørgen Nielsen, dylur ikki fyri, at NSÍ ætlar at vinna sær plássið í evropeiskum fótbólti aftur

Teir tryggjaðu sær Løgmanssteypið í einari spennandi finalu, sum mátti avgerast uppá brotsspørk. Hetta var samstundis tað, ið bjargaði árinum hjá B36, sum undan kappingarárinum hevði havt nógva útskifting á liðnum

Lagt var upp til rættiligt brak í Fuglafirði í gjárkvøldið, tá ÍF tók ímóti SÍ, sum ikki hevði ráð at tapa, um lív skuldi haldast í vónini um FM-finalur

Seinna steypakapping í estetiskum fimleiki var leygardagin, 5. mars, í Bylgjuni í Runavík

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. mars 2022

Í dag vórðu sáttmálar undirskrivaðir við Ken Fagerberg og Brynjar Jacobsen Poulsen fyri komandi kappingarár, skrivar Royn

- Eingi ítróttarfólk fara til kappingar í Russlandi ella Hvítarusslandi. Eingi ítróttarfólk úr Russlandi ella Hvítarusslandi sleppa at luttaka í okkara kappingum

Fótbóltsblaðið 2022 er útkomið, og fæst ókeypis á øllum EFFO støðunum kring landið. Í blaðnum hesaferð eru tað serliga tey ungu, ið hava fingið orðið

Svimjisamband Føroya hevur sett Ann Ellingsgaard sum aðalskrivara. 5 umsóknir komu inn til starvið sum aðalskrivari hjá Svimjisambandi Føroya

Jákup Petur Eliasen gjørdist vinnari av ársins fyrstu súkklukapping, ið TSF skipaði fyri

Um vikuskiftið hava Úrmælingadómararnir hjá FSF verið á skeið, har teir hava fyrireikað seg til eitt nýtt kappingarár

Fyri fyrstu ferð í talvsøgu Føroya skal Eiði hýsa FM í talvi fyri einstaklingar, sum aftur í ár verður telvað um páskini

Ráðstevnan um barna- og ungdómsfótbólt hevur verið á um vikuskiftið, og sjálvt um veðrið argaði eitt sindur, so fingu luttakararnir nógv burtur úr

Sunnudagin klokkan 16 verður ársins fyrsti almenni fótbóltsdystur, tá ið føroyameistararnir úr KÍ og steypavinnararnir úr B36 møtast á Tórsvølli

Pauli Poulsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Ísrael í komandi mánað

832 fólk heita á løgmann um at vera við til at loysa málið um uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi

Havnar Dartfelag skipar saman við Dartsambandi Føroya í døgunum 18 – 20 mars fyri tveimum altjóðað dartkappingum í Føroyum. Tað eru kappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open

Undirskriftarinnsamling: Yvir 600 fólk heita á løgmann um loysa málið um uppsøgnina av RK – og fleiri leggjast afturat

Tað dróg saman ímillum H71 úr Hoyvík og HC Galychanka Lviv úr Kiev ímóti endanum

Undan fjórðingsfinaluni í kvøld millum H71 og ukrainska HC Galychanka Lviv kemur EHF nú við eini seinastu áheitan um, at feløgini finna eina semju um, at bara dysturin í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 20 skal spælast, og at vinnarin har verður tað liðið, ið kemur víðari

Leygardagin var árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin á Hotel Hilton í Havn. Roknskapurin fyri farna ár vísti eitt yvirskot upp á slakar 2,7 milliónir krónur

Nú kemur ferð á e-sportin aftur. Um slakar 2 vikur byrjar næsta kappingarár í Effo Deildini, har heili 130+ leikarir eru skrásettir, og yvir 2500 føroyingar hava fylgt gjølla við á livestroymingini frá fyrra kappingarár

Formaðurin og næstforkvinnan stóðu fyri endurvalið, og blivu tey bæði vald aftur í nevndina

Kappingin um WRICH/ heimsmeistaraheitið í inniróðri, verður í døgunum 25. og 26. februar. 7 føroyskir luttakarar hava kvalifiserað seg at luttaka í kappingini í einum ella tveimum flokkum

Stórsteypadystirnir í fótbólti fara aftur í ár at sparka nýggja kappingarárið í gongd, og hjá bæði kvinnum og monnum er KÍ við sum meistaralið

Hondbóltsskúlin JPH Camp, sum føroyski heimsmeistarin og OL-silvurvinnarin í hondbólti, Jóhan á Plógv Hansen tók stig til í 2019, verður aftur í summar

Freistin at finna eina semju um fyrru fjórðingsfinaluna millum H71 og Galychanka var úti klokkan 13, uttan at nøkur semja fekst. – Tí fer ferðalagið hjá H71 nú heimaftur til Føroya, sigur Anna Dam, H71-forkvinna

Mjølnir-SÍ 3-0 (25-20, 25-23, 25-22)

SÍ – Dráttur 3-0 (25-17, 25-17, 25-18)

Fyrsta leirdúgvuskjótingin í ár var í dag á breytini hjá Eysturskoti í Leirvik

ÍF – Fleyr 3-0 (25-20, 25-17, 26-24)

Fleyr – KÍF 3-0 (25-18, 25-16, 25-22)

Dagurin í dag er ein av teimum heilt stóru døgunum í flogbóltsárinum

- Meta tað ikki ráðiligt at halda fram til Ukraina, sum støðan er

Sambært heimasíðuni hjá H71 flúgva kvinnurnar hjá H71 til Ukraina í dag úr Póllandi, men danski uttanríkismálaráðharrin hevur heitt á allar danir um at fara úr Ukraina

- Kappingarárið 2021 vann fremsta mansliðið hjá KÍ føroyameistaraheitið í stórum stíli

- Stigatalvan í landskappingini gevur ábendingar um, hvørji lið eru tey sterkastu í ár, og skal tað brúkast sum grundarlag, verður steypafinalu millum tey norðastu liðini í deildini

- Í fjør var kvinnufinalan í steypakappingini eitt slag um Vágar. Tað verður tað ikki í ár, tí vágaliðini bæði bresta saman í seinnu hálvfinaluni í morgin

Bæði oddaliðini vunnu stórsigrar í sjeynda umfari í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin

Í Klaksvík eydnaðist í dag at fáa dystin millum oddaliðið Mjølnir og ÍF avgreiddan – og tað var vorðið sum dystur, sum skuldi út í fimm sett, áðrenn avgerðin fall

Tað stendur framvegis á jøvnum millum oddaliðini í landskappingini í talvi. Sandavágsmenn og havnarmenn fylgjast í toppstríðnum. Bæði hava 17½ stig hvørt eftir seks av tíggju umførum

Fleiri heiðursprógv vórðu handað í gjár

- Við føroyskum limaskapi kann Føroyar skipa fyri norðurlendskum meistarastevnum

Vøllurin við Stórá í Trongisvági verður á fyrsta sinni karmur um landskappingardyst í fremstu deildini hjá kvinnum, tá felagsliðið TB/FCS/Royn tekur ímóti Víkingi sunudagin 20. mars

Landskappingin 2022 í Betri Deildini hjá monnum er nú kunngjørd. 1. umfar er á skránni vikuskiftið 5. og 6. mars. FM-steypið verður handað leygardagin 22. oktober

A-landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Lene Bjerning Terp hevur úttikið hópin, sum í døgunum 13. til 22. februar skal á venjingarlegu í Spania

- Greitt er mest sum, hvørji liðini eru, sum skulu spæla í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum og monnum í flogbólti

Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki var leygardagin, 29. januar, í høllini á Hálsi í Havn

Olympiskur paratletur, ungur hondbóltsúrmælingur og olympiskur finalulutakari í rógving, eru innstillaðir til heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ 2021

Um vikuskiftið skipaði bogaskjótifelagið Tambar í Tórshavn fyri kapping á 18 metra frástøðu. 14 skjúttar luttóku í kappingini