Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen
Tiltøk

Í vikuskiftinum, 28,-29.novembur, verður aftur skipað fyri hugnaliga jólatiltakinum, Livandi tilfeingi, í Perluni og Reinsarínum.

Talan er um árligt, serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av staðbundnum listahandverki og mati.

Í ár eru 10 ár liðin síðani fyrsta tiltakið, og hetta fara vit at hátíðarhalda vit hugnaligari og fjølbroyttari skrá.

Dugnaligu listahandverkararnir fara at vísa hvussu arbeitt verður við ymiskum tilfari, og skipað verður fyri spennandi verkstovum, har tey vitjandi kunnu royna seg við handverksarbeiði.

Staðbundin kafé við øllum góðum frá bóndans hjalli verður eisini opin báðir dagar, og har verður gott at hvíla beinini og njóta ein betri bita.

Livandi tilfeingi er gott høvi at finna góðu, hondgjørdu jólagávuna og samstundist stuðla føroyskum handverkarum og smáframleiðslu.

Livandi tilfeingi er opið soleiðis:

Leygardagin, 28.novembur, frá 11.00 til 18.00

Sunnudagin, 29.novembur, frá 13.00 - 18.00.

Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í Perluni og Reinsarínum í vikuskiftinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #