Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen
Filmsbrot

Í eini tónleikavideo er Parastoo Ahmadi í einum longum svørtum kjóla við berum akslum og hárið sæst væl, flákrandi í vindinum. Hon brúkar bæði varrastift og neglalakk, og dansar á ein eggjandi hátt við tónleikinum, sum prestastýrið í Iran ikki brýggjar seg um.

Videolagið, sum er lagt á youtube fyri meira enn einum ári síðani, hevur nú fingið álvarsligar avleiðingar fyri bæði 29 ára gomlu sangarinnuna og menninar í bólkinum til 74 brestir við koyrlinum, skrivar BBC.

Dómurin sigur, at hon hevur skemmað almenna siðlætið (anstændighed) og breitt út ósømiligt tilfar, har víst verður til videolagið omanfyri.

Iransk lóg, sum er grundað á islamiskt sharia, áleggur kvinnum og gentum at ganga í klæðum sum ikki vísa formin á kroppinum, og tær skulu heldur ikki vísa hárið.

Strongu reglurnar elva alla tíðina til kjak í almenninginum, og fleiri kvinnur síggjast eisini ílætnar tað, sum vit kalla vanlig klæði í gøtumyndini. Men tað eru tær sum kunnu uppfatast sum fyrimyndir, eitt nú sangarar, sum eru í serligum vanda fyri at verða revsaðar, skrivar BBC.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #