Hyggja vit við bóklinginum Vitlíki Føroya nøkur ár aftur í tíð, so síggja vit skjótt og lættliga ítøkilig fyribrigdi, sum hava broytt okkara tilveru og gerandisdag, ikki bara til arbeiðis, men heilt inn í egna stovu.
Umboðið fyri kommunufelagið, Hans Kári Vang, nevndi á hugvekjandi framløguni í Kongshøll í morgun, konteynaran, sum tað fyrsta í okkara tíð, ið kollvelti flutningsvinnuna. Víðari kunnu vit í sama kjalarvørri minnast aftur til fyrstu telduna, síðani internetið, vit krøktu í, og nú skriftastólurin vitlíki, sum øll hava víðkað um okkara føroyska gerandisdag og í samtíðini skapt atgongdir til ein nýggjan møguleika at skriva og deila enn betri tekstir á føroyskum.
Tekstir, tað er har eg eri í hesum høpi. Hvussu kunnu vit fáa betri tekstir á føroyskum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



