Avgerðandi er ikki at vinna - men at vilja vinna
- Vince Lombardi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Avgerðandi er ikki at vinna - men at vilja vinna
- Vince Lombardi
Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-024/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um heilivág ímóti demens, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu

Spurningarnir vóru soljóðandi: 
1. Eru  ætlanir at fáa nýggja heilivágin “donanemab”, ið er heilivágur móti Alzheimer sjúkuni, á marknaðin í Føroyum?

2. Um ja, nær verður hetta gjørt?

3. Um nei, hvør er orsøkin til tess?

Spurningarnir verða svaraðir undir einum: 
Fyri fáum árum síðani komu tvey nýggj sløg av heilivági móti alzheimerdemens á marknaðin.

Heitini eru Lecanemab og Donanemab. Bæði sløgini eru andevni, sum virka móti sokallaða beta amyloid, sum legst í heilan hjá fólki og sum er ein av orsøkunum til demenstekini.

Bæði sløgini vórðu góðkend í ES í 2025. Tað merkir, at tað er upp til londini í ES, at taka støðu til um tey vilja taka tey í nýtslu.

Í Danmark er tað Heilivágsráðið (Medicinrådet), sum metir um, hvørt tað er ráðiligt ella ikki at taka í nýtslu ymiskan heilivág.

Heilivágsráðið hevur 17. desembur 2025 tikið avgerð um Lecanemab. Avgjørt varð, ikki at tilmæla nýtslu av heilivágnum í Danmark. Grundgevingin var, at talan var um avmarkaða kliniska ávirkan samstundis sum vandi var fyri álvarsomum hjáárinum, umframt at kostnaðurin varð mettur at vera ov høgur í mun til tað gagn, sum viðgerðin kundi geva. Hini Norðurlondini eru komin til somu niðurstøðu.

Í løtuni viðger danska Heilivágsráðið um Donanemab skal tilmælast. Væntandi kemur ein avgerð um hetta 26. november 2026.

Støðan er nakað tann sama í hinum Norðurlondunum. Tey hava heldur ikki tikið avgerð um at bjóða heilivágin Donanemab, sum eitt alment tilboð.  

Í Føroyum er tað Ráðið fyri serstakan sjúkrahúsheilivág, sum skal koma við tilmæli um tílíkur heilivágur skal bjóðast í Føroyum. Vanliga fylgir Ráðið fyri serstakan sjúkrahúsheilivág avgerðum hjá Heilivágsráðnum í Danmark, umframt at taka atlit til hvat grannalond gera í slíkum støðum.  

Í sambandi við møguliga viðgerð við hesum andevnunum, hava tey higartil í Danmark mett um kostnað, og hvørji krøv hetta setur til Sjúkrahúsverkið. Talan er um viðgerð, sum verður givin undir innleggjan á sjúkrahúsi.

Fyri Donanemab skal viðgerðin gevast við at lata heilivágin inn í æðrarnar fjórðu hvørja viku, og mett verður, at tað skal gevast í 18 mánaðir. Sostatt er talan um áleið 19 innleggingar fyri hvønn sjúkling. Harumframt skulu kliniskar kanningar, blóðroyndir og eftirlits MR-skanningar gerast fleiri ferðir millum viðgerðirnar.

Ein fyritreyt er eisini, at sjúklingarnir eru tíðliga í sjúkugongdini og skulu kannast væl áðrenn viðgerðina.

Skulu vit brúka tær donsku metingarnar, kunnu vit sambært Sjúkrahúsverkinum rokna við, at vit í Føroyum hava umleið 7 sjúklingar árliga, sum uppfylla krøvini til at byrja viðgerð (út av umleið 100, sum verða ávístir til demenskanningar).

Sambært Sjúkrahúsverkinum verður viðgerðin við hesum heilivági fyri hvønn sjúkling mett at kosta umleið 1 mió. kr. árliga, og tá viðgerðartíðin er millum eitt og tvey ár, verða tað sostatt einir 14 sjúklingar sum eru í viðgerð í senn. Um viðgerðin skal bjóðast í Føroyum verður kostnaðurin leysliga mettur til umleið 15 milliónir kr. árliga, sum fígging skal finnast  til.  

Samanumtikið eru vit í Føroyum soleiðis í eini bíðistøðu. Støðan er tann sama sum í hinum Norðurlondunum. So skjótt sum danska Heilivágsráðið hevur tikið støðu í november, fer Ráðið fyri serstakan sjúkrahúsheilivág at taka málið upp til støðutakan. Í hesum sambandi verður eisini hugt eftir hvat hini Norðurlondini ætla á hesum øki.  

Heilsu- og orkumálaráðið, 7. september 2026 
Eyðdis Hartmann Niclasen 
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #