SámalSunnudag: Eitt áhugavert kjak hevur stungið seg upp í kjalarvørrinum av, at eldrasamstarvið Nánd fer í gongd við eina royndarverkætlan um sjálvboðið arbeiði á Gøtubrá.
Nánd hevur fleiri áhugaverdar grundgevingar fyri hesum átaki, m.a. at tað er torført at finna arbeiðsmegi, samstundis sum talið á eldri er vaksandi. Tey gomlu gerast harumframt eldri og tí meiri røktarkrevjandi, men hinvegin eru eisini fleiri eldri, ið eru væl fyri og kunnu hjálpa øðrum eldri.
Eisini aðrir borgarar, t.d. avvarðandi, kunnu hjálpa til, eins og ung kunnu royna seg innan økið, um tey umhugsa hetta sum starvsleið.
Nánd vísir eisini á, at sjálvboðið arbeiði kann styrkja sambandið millum fólk á bústovni og nærsamfelagið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



