Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Bloggur

Tað var ein opinbering av teim heilt sjáldsamu og tíðarrøttu at síggja "Klokkaran frá Notre Dame" í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, har Gekkadagur er. Ja, Gekkadagur fyri April Fool's Day. Tá er at varða sær, hvat kann koma úr kúluni á hálvmenniskjanum, Quasimodo, sum útskúgvaður er settur at liva uppi í klokkutorninum í býarinnar býi.

Polariseringin millum ilt og gott, vakurt og ljótt, djeuvul og eingil, okkum her og so hini uttan úr heimi, er aldri aktuellari enn beint nú.

Leikararnir, ið akrobatiskt og harmoniskt ganga inn og út um gluggan og spæla út sum eitt, eru teir fimm konservatoriútbúnu Bergur Fonsdal Johannesen sum makfullkomni kirkjumaðurin Frollo, Maria á Lakjuni Djurhuus sum vakra sigoynaragentan Esmeralda, menninir hava hug á, Borgfríð Fonsdal Johannesen sum mishátti Quasimodo, burturgoymdur og desimeraða ímyndin av útskúgvan, Aksel Dánjalsson Remmel sum rættskafni hernaðarleiðarin Phoebus og Ári Berghamar Danielsen sum frásøgumaðurin og barnsins umbosmaður á palli, Clopin.

Allir góðir einglar fylgið tykkum í framhaldandi virkseminum!

Les alt ummælið beint her: Opinbering í torninum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #