Fanin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fanin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln
Onnur tíðindi

Team Rynkeby Føroyar: Á samkomu í auluni í Eysturskúlanum seinnapartin leygardagin var fitt av fólki savnað saman, nú Team Rynkeby skipaði fyri kekkhandan og harvið setti punktum fyri innsavningarárið, sum byrjaði í september í fjør.

Í ár tók Gunnhild Persson, aðalskrivari í Sinnisbata, ímóti kekkinum við stóru upphæddini vegna allar felagsskapirnar, sum fáa stuðul frá Team Rynkeby. Umframt Sinnisbata fáa Krabbameinsfelagið, Hjartabarnið, Cystisk fibrosufelagið, Berin, Autismufelagið, ADHD-felagið og danska Børnecancerfonden stuðul frá grunninum hjá Team Rynkeby.

Á skránni til kekkhandanina vóru røður frá Gunnari Christiansen, sum umboðaði luttakararnar í 2026, Elmari Ósá, landastjóra og Gunnhild Persson, sum so væl lýsti arbeiðið hjá Sinnisbata, og týdningin av stuðlinum frá Team Rynkeby. Eisini var avbera vakur og rørandi tónleikur frá Erlu Leonsson og Janusi Kampmann at hoyra. Jón Brian Hvidtfeldt var frásøgumaður. Kaffi, kaka og gott prát vóru sjálvsagt eisini partur av løtuni.

Team Rynkeby takkar øllum - fyritøkum, kommunum, skúlum og dagstovnum –, sum sum hava stuðlað innsavningini og øllum arbeiðnum farna árið. Peningurin ger stóran mun hjá teimum børnum, familjum og felagsskapum, sum fáa stuðul.

Eisini ein tøkk til Eysturskúlan, sum aftur í ár hýsti kekkhandanini.

Myndir: Tórvør Ø. Vang & Einar Vang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #