Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Onnur tíðindi

Allir 17 menninir umborð á íslendska fiskiskipinum Jökli ÞH299 eru í sjónum, eftir at skipið fyrr í dag sendi út neyðarkall umleið 100 kilometrar eystan fyri Ísland.

Sambært íslendska miðlinum mbl.is verður hildið, at skipið er sokkið.

Signal koma frá neyðarsendarum, sum eru í bjargingarbúnunum hjá manningini. Nakrir av monnunum hava fingið fest seg saman, og samband er við teir um radio.

Fleiri skip eru á veg til vanlukkustaðið, og flogfarið hjá íslendsku sjóverjuni er komið á staðið. Ein bjargingartyrlan er eisini á veg.

Flogfarið hevur fyrst og fremst til uppgávu at hava eyguni við monnunum úr luftini. Sjálvt bjargingararbeiðið kann ikki byrja, fyrr enn skip ella tyrla eru komin á staðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #