

Føroyar vóru aftur í ár partur av altjóða tiltakinum World Cleanup Day, og úrslitið var imponerandi: 880 fólk ruddaðu tilsamans 17 tons av burturkasti. Tað er stór framgongd samanborið við í fjør, tá 2 tons vóru tald upp.
Ruddingardagurin varð hildin leygardagin 20. september 2025 og dagarnar rundanum, við luttøku um alt landið – úr Klaksvík og suður til Trongisvágs og úr Vágum eystur til Nólsoyar. Og á Sandi og meginøkinum var luttøkan eisini góð.
Bæði stórt og smátt varð ruddað, alt frá smáum plastlutum til størri burturkast sum dekk og jarn.
Ruddað varð bæði á landi og á sjógvi, og luttakararnir vóru bæði børn og vaksin.
Summar ruddingar vóru samskipaðar av Rudda Føroyar, meðan aðrar vórðu settar í verk av einstaklingum, feløgum og fyritøkum.
Høvuðssamskipari okkara er Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, sum hevur staðið fyri samskipanini og samskiftinum við ruddarar og samstarvsfelagar.
Vit takka kommununum fyri gott samstarv og fyri at taka sær av burturbeiningini, og IRF og kommunalu brennistøðunum fyri at taka ímóti ruskinum. Eisini vilja vit senda eina hjartans tøkk til allar einstaklingar, skúlar, dagstovnar, fyritøkur, feløg og stovnar, ið hava ruddað ella stuðlað á annan hátt.
Eisini stóra tøkk til stuðlarnar, ið gera ruddingardagin møguligan:
Hiddenfjord – høvuðsstuðul okkara aftur í ár; starvsfólkini rudda eisini sjálv hvørt ár
Atlantic Airways
Betri
Sjógæti
MBM
Tórshavnar kommuna
Runavíkar kommuna
Sands kommuna / Visit Sandoy
Nomatek
Selmar Nielsen Arkitektar
Høgra
Christian í Grótinum
Framherji
Varðin
SEV
Articon
Tryggingarfelagið Lív
MOWI
Djóraansing við Hildigarð
Formula
NCC
BASE
Vit gleðast um stóru luttøkuna og góða úrslitið í ár – við vón um reinari náttúru í 2026.
Blíðar heilsanir
Nevndin í Rudda Føroyar
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo