Tíðliga á morgni 10. oktober 2006 var flogfarið, eitt BAe 146 við skrásetingini OY-CRG, á veg úr Stavanger til Molde við millumlending í Stord. Talan var um leiguflúgving fyri Aker Kværner. Umborð vóru 12 ferðafólk umframt manningina sum taldi fýra.
Undir lendingini á Sørstokken-flogvøllinum megnaðu flogskipararnir ikki at steðga flogfarinum, sum fór út av breytini, oman eftir einum bakka og eldur kom í. Eldurin breiddi seg skjótt, og seks fólk fingu álvarsligan skaða.
Trý norsk ferðafólk og føroyska flogternan Guðrun Hervør Joensen lótu lív. Guðrun var 41 ára gomul og úr Bø. Flogternan Maibritt Magnussen varð seinni heiðrað fyri sítt dirvi undir bjargingini.
Norska vanlukkunevndin staðfesti í endaligu frágreiðingini, at fleiri viðurskifti høvdu spælt saman. Spoilararnir á veingjunum, sum skulu minka lyftikraftina eftir lending, fóru ikki upp. Tá neyðbremsurnar vórðu brúktar, læstu hjólini og mistu takið á vátu breytini.
Ónøktandi trygdarøki við breytarendan og bratta lendið høvdu stóran týdning fyri, hvussu álvarslig vanlukkan gjørdist, og gjørdu bjargingararbeiðið torførari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



