Útlendsk ferðafólk skulu nú rinda 200 krónur fyri at ganga niðan á Slættaratind. Tað hava tær umleið 30 familjurnar, sum eiga hagan, gjørt av, skrivar Frihedsbrevet.
Jóannes Mørkøre, hagastýrisformaður, sigur, at lendið er illa slitið, og at pengarnir skulu brúkast til gøtu, vesi, vatn og streym. Uttan inntøkur kann gerast neyðugt at stongja fjallið, sigur hann.
Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands, heldur hinvegin, at gjaldið greitt stríðir móti lógini. Sambært lógini kann gjald krevjast fyri eina veruliga tænastu, men ikki bert fyri atgongd til náttúruna.
Eigararnir vísa á parkeringsplássið sum tænastu.
Ben Arabo, formaður í Vinnunevndini, heldur tó, at gjaldið tykist løgið undir verandi lóggávu.
Endaligt svar fæst helst bara, um málið verður roynt í rættinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



