Gud gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, eg kann, og vísdóm til at skilja munin
- Frants av Assisi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gud gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, eg kann, og vísdóm til at skilja munin
- Frants av Assisi
Skúli

Setrið: Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn var fullsett í morgun, tá 270 nýggj lesandi høvdu sín fyrsta innleiðsludag á Fróðskaparsetri Føroya. Tey eru eitt sindur fleiri í tali enn í fjør, tá  262 byrjaðu á Setrinum.

Umleið 200 av teimum, sum byrjaðu í morgun, eru innskrivað til bachelor, 50 til master og 20 á hjánámi ella parttíðarlestri.

Í talu síni til tey lesandi segði Martin Tvede Zachariasen, rektari m.a., at eitt avgerandi mál fyri Setrið og Føroyar sum lestrarland er at gerast partur av Erasmus+ nú. Og at ætlanin er, at tey, sum í dag byrja at lesa á Setrinum, kunnu fáa gagn av skiftislestri úti í heimi gjøgnum ta skipanina, og at útlendsk lesandi á sama hátt skulu kunna koma á Fróðskaparsetrið við Erasmus+.

Eisini segði rektarin, at sannlíkindi eru fyri, at nøkur teirra fara at fáa gagn av tí nýggja felagsbygninginum, sum er í umbúna, og sum vónandi verður samtyktur av løgtinginum seinni í heyst.

Innleiðslan hjá teimum nýggju Setursspírunum heldur fram alla vikuna, og tey fáa m.a. mentorar, sum eru roynd lesandi, knýtt at sær hesa fyrstu tíðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #