Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Í apríl mánaði 2025 bleiv ein eykajáttan á 28 milliónir krónur samtykt til tess at tryggja, at Dalstunnilin varð liðugur í 2025 – tó er enn ikki greitt, nær hann verður liðugur.

Tað er týdningarmikið, at tá Løgtingið játtar so stórar upphæddir til ítøkilig endamál, at tað er gjørd ein greið ætlan fyri, hvussu pengarnir verða brúktir.

Kunning um brúk av játtanini hevur nógv at siga fyri gjøgnumskygnið í arbeiðinum. Somuleiðis er tað ein viðkomandi kunning til teir borgarar, ið dagliga skulu koyra ígjøgnum tunnilin, at teir vita, nær tunnilin er klárur.

Tí havi eg sett Johan Christiansen, landsstýrismanni í samferðslumálum, fylgjandi skrivligar fyrispurningar:

- Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu tær játtaðu 28 milliónir krónurnar. til at gera Dalstunnilin lidnan, sum vórðu játtaðar á várið 2025, skulu brúkast, og hvussu nógv av hesari játtan er brúkt pr. 15. september 2025?

- Kann væntast, at tað verður enn ein eykajáttan umbiðin í 2025?

- Nær er væntað, at Dalstunnilin kann takast í nýtslu?

- Hvat av arbeiðinum, ið eftir er at gera fyri at fáa tunnilin lidnan, er ikki boðið út enn og nær kann væntast, at hetta verður boðið út?

Johan Dahl
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #