Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
Vinna

Hagstovan: Í februar vóru knapt 370 fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør, sum er ein vøkstur á 1,3 prosent.

Sjey prosent av samlaða starvsfólkatalinum hava ikki bústaðartilknýti.

Av hesum kemur størsti partur av bæði monnum og kvinnum úr Asia.

Næstan triða hvørt starvsfólk uttan bústaðartilknýti starvast í "Framleiðsluvinnuni".

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.

Í februar vóru 29.859 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 369 starvsfólk, ella 1,3 prosent, fleiri enn sama mánað í fjør.

Tey vóru gott og væl 15.200 menn og 14.600 kvinnur í starvsfólkaskaranum í februar. Samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin størri hjá monnum, sum vóru gott 200 fleiri. Kvinnurnar vóru knapt 170 fleiri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #