Hagstovan: Í november vóru knapt 200 fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør, sum er ein vøkstur á 0,7 prosent.
Starvsfólkatalið vaks meira hjá kvinnum enn hjá monnum.
Sjey prosent av samlaða starvsfólkatalinum hava ikki bústaðartilknýti. Av hesum kemur størsti partur av bæði monnum og kvinnum úr Asia.
Vinnugreinin við flest starvsfólki uttan bústaðartilknýti er "Framleiðsluvinna", har tey eru góð 600 starvsfólk ella 30 prosent.
Næstan helvtin av hesum starvast í vinnugreinini "Virking av botnfiski", sum liggur undir "Matvøruframleiðslu".
Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í november vóru 29.889 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 198 starvsfólk, ella 0,7 prosent, fleiri enn sama mánað í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



