Í morgin eru 30 ár liðin síðani flogvanlukkuna í Selvík í Sørvági.
Flogfarið, eitt Gulfstream III, var á veg úr Keflavík til Føroya. Umborð vóru danski verjuovastin, admiralurin Hans Jørgen Garde, kona hansara Anna Garde, trý starvsfólk úr ovastu verjuleiðsluni og manningin sum taldi fýra. Øll níggju lótu lív – átta danir og ein føroyingur, sum var Djóni Askham, stýrimaður.
Undir innflúgvingini gjøgnum Sørvágsfjørð misti manningin tamarhaldið á flogfarinum, sum rendi inn í fjallasíðuna við Selvík, umleið tveir kilometrar frá flogvøllinum. Orsøkin var torfør veðurlíkindi og harður turbolensur.
Vanlukkan verður søgd at vera størsta einstaka flogvanlukkan í søguni hjá donsku verjuni. Verjuovastin hevði bert sitið í starvinum í 124 dagar.
Í Føroyum verður fyrst minningargudstænasta í Sørvágs kirkju. Síðani verður ein hátíðarløta við minnisvarðan við Bíggjarvegin, beint yvir av Selvík, har flogfarið rakti fjallið. Danski verjumálaráðharrin Jeppe Bruus verður við á minningarhaldinum.
Mánakvøldið verður eisini minningargudstænasta í Holmens Kirke í Keypmannahavn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



