Ungu hjúnini Jonathan og Megan Joensen fara at greiða frá um teirra ætlanir at fara út sum trúboðar.
Ung fara at leiða felagssangin.
Eisini fer Poul S. Joensen at greiða frá bíbliuskúlanum hjá NTM í North Cotes í Onglandi, har hann er ein av lærarunum.
Jonathan og Megan, sum er úr Onglandi, útbúgva seg í løtuni til fulltíðar tænastu sum trúboðar á skúlanum hjá NTM í North Cotes
Foreldur Jonathans, Poul (úr Klaksvík) og Carol (úr Southampton), hava síðan 1996 virkað sum trúboðar hjá NTM í Papua Ný Guinea ímillum Sorimi fólkið, sum í 2024 fekk handað Nýggja testamenti á teirra máli.
Í 2013 búsettust tey í Onglandi, haðani tey vitja og stuðla Sorimi samkomuni umframt undirvísa í trúboðaravenjing á North Cotes College
Kom og hoyr um møguleikar innan trúboðan - í Betesda í Klaksvík sunnukvøldið kl. 18.
Hjartaliga vælkomin :)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



